Barsil

Kontakta namninsamlingens skapare

Diskussionsämnet har skapats automatiskt av petition Barsil.


Gäst

#1

2012-06-10 06:11

Einig

Gäst

#2

2012-06-10 15:05

.

Gäst

#3

2012-06-10 15:24

Nú gera vit okkurt við hetta! Barsil í Føroyum er ALT ov stutt, vís tína ónøgd fyri okkara framtíð við at skriva undir her :)

Gäst

#4

2012-06-10 16:36

Hvussu við pápunum? Tvær til fýra vikur virkar eitt sindur... "soleiðis har."

Gäst

#5 Re:

2012-06-10 16:56

#4: -

Tað havi eg ikki hugsa um. Hvat hugsar tú um?


Gäst

#6

2012-06-10 20:58

Flestu børn i føroyum sleppa ikki a stocn fyren tey eru 8-9 manar

Gäst

#7 Re:

2012-06-10 23:34

#6: -

Útgjaldið frá Barsilskipanini er bara 34 vikur, tað er tað sum vit vilja broyta. :)

 


Gäst

#8 hmmm...

2012-06-11 11:03

Tá ein biður fólk um undirskrift, føðidato v.m. burdi ein umhugsað at lagt navn til sjálv. Tað hevði givið hesum átaki størri trúvirðið.

Og at mamman skal vera í fokus, tá hon eigur 30 vikur og pápin 4, er torført at skilja.

26 vikur til mammuna og 26 vikur til pápan - har skuldi ikki verið nakað at kjakast um, fyri uttan at mamman skal eiga rættin til at taka sín part fyrst.

Havi annars notið gott av donsku skipanini við fleiri av okkara børnum, hon er munandi betur enn okkara.

Gäst

#9 Re: hmmm...

2012-06-11 12:39

Hey og takk fyri viðmerking.

Mítt navn stendur undir tekstinum :) Har stendur
Veronika Hassova

http://91.121.117.32:81/images/email_icon.gif...

Contact the petition author

Og eg seti ikki mammuna í fokus, eg royni at fáa útgjaldi frá Barsilsskipanini uppá 52 vikur.
Gott nokk skrivi eg at "Eg og nógvar aðrar mammu høvdu verið fegnar" men tað er bara tí at eg ikki havi fingið meining ella viðmerking frá pápanum ella øðrum.

 

Ikki taka meg illa upp, eg vil bara tað besta. Um hetta verður tikið víðari - sjálvandi skulu páparnir fáa meira enn 4 vikur!

VH Veronika


Gäst

#10 tað skuldi verið 52 vikur

2012-06-11 21:40

Og so kundu foreldrini deilt tað ímillum sín sum tey vildu?

Gäst

#11

2012-06-11 21:45

Hey Veronika.
Tú burdi gjørt tað soleiðis at tað er eitt krav at man upplýsur sína email adressu, tí man far mail um at bekrefta sína undirskrift tá man fyllur hattar út. Tey sum ikki hava upplýst sína email men alíkavæl útfylt alt annað, koma teirra undirskrift so ikki við??
Milton Friedman

#12

2012-06-11 23:43

So alt hetta er basera uppa hvat tú og nakrar æðrar mammur halda?

Ps. Tað kostar nogv meira fyri arbeiðsmarknaðin at geva fólki barsil í 1 ár, enn at tey bara passa sítt sjuka barn inn í millum.
Skipanin er fín!

Gäst

#13

2012-06-12 00:36

!!!
Veronika Hassova
Ansvarig för denna petition

#14 Re:

2012-06-12 01:06

#13: -

???

 


Gäst

#15 Ja.

2012-06-12 01:48

Samdur við #10

52 vikur, og foreldrini deila tað soleiðis, sum tey vilja.

Gäst

#16 Re:

2012-06-12 13:02

#12: Milton Friedman -

Takk fyri viðmerking.
Og ja, beint nú er tað basera uppá hvat eg og æðrar mammur halda og sikkurt onnur fólk eisini.

Men tá ið man roynir at fáa fólk skriva undir, er tað ikki altið øll íð eru samd so tað, at tað eru nakrar mammur og hvør veit eg, sum eru samd- tað er beinleiðis ikki negativt.

Hevði tú vilja broytt okkurt - so hevði tú basera tað uppá tað, sum tú og kanska onkur annar heldur :) Ikki so?

Og tá ið tú sigur at tað kostar arbeiðsmarknaðin meira..... Kannst tú prógva tað og forklára mær tað? Koma við tølum frá roknskapinum gjøgnum árini....so at man sær hvussu og hvat? 
Eg meini við - tá ið eitt barn ferð óneyðuga ofta til ein lækna og mammurnar skulu gjalda fulla tið í barnagarðinum og arbeiðsfólkini missa arbeiðsmegi, ungar mammur - sjálv kenni eg 6, FLYTA AV LANDINUM bara tí tær hava betri umstøður í Danmark.....Eg dugi sum so ikki ordiliga at skilja hvussu tað kostar meira, at verða í barsil í eitt ár. Sjálvandi verða børn sjúk - men tað sum eg havi fingið prógva er at børnini eru óneyðuga ofta sjúk tá tey fara ov lítið á stovn....

Barsilsystemið bleiv broytt í 2002 í Danmark og tað virkar fínt niðri nú í 10 ár - hví skuldi tað ikki rigga her í FØ? :)

Góði/a forklára mær tað sum tú meinar við? Gott við ymiskum meiningum, tí tað, sum man jú roynir at skapa her, er diskussión og fáa tað út.

Takk fyri
Vh Veronika


Gäst

#17 Re: Ja.

2012-06-12 13:03

#15: - Ja.

Tað haldi eg hevði verið best! Pápar eru líka vigtigir tá tað kemur til ein nýføðing sum ein mamma - tað einasta sum teir ikki kunnu er at geva bróst, so har er eg 100% einig!!

Denna post har tagits bort av personen som skrev den (Visa detaljer)

2012-06-12 16:10


1

#19

2012-06-12 16:14

Børn er líka ofta sjúk um tey byrja tá ið tey eru 1 ár, sum tá ið tey eru 7-8 mdr . eg havi ein son sum hevur verið sjúkur ca aðru hvørja viku síðan hann byrjaði í vøggustovu. Hann var 1 ár tá ið hann byrjaði.

Gäst

#20

2012-06-12 17:58

Har haldi eg eisini at páparnir burdu fingi fleiri dagar saman við barninum / børnunum

Gäst

#21 Re: Veronika

2012-06-12 19:21

#16: - Re:

Børn blíva sjúk óansæð nær tey koma á stovn, fyrr ella seinni; tað er jú soleiðis ein fær styrkt immunforsvarið hjá sær. So um tey blíva sjúk sum 8 mánaðar gomul ella 18 mánaðar gomul, handan periodan er ikki til at umganga. Er tað so ikki betri fyri tey at fáa immunforsvarið styrkt sum smá? Við at hava barnið heim inntil tað er 1 ára gamalt hjálpur uppá einki viðvíkjandi sjúku..

At brúka hettar sum ein orsøk fyri at kunna fáa 52 vikur ístaðin fyri 32-34 vikur við barnsburðarfarloyvi ískoyti er bara heilt - synd at siga, naivt.. Stovnar taka heilt vist hædd fyri, um barnið er yngri enn 12 mánaðar gamalt. Enntá vaksin fólk blíva sjúk tá tey byrja at arbeiða á stovn..

So við allari respekt, so burdi tú umhugsað títt argument fyri at fáa hasar 52 vikurnar..


Gäst

#22

2012-06-12 20:19

Sjalvandi skulu foreldur hava longri barnsburdar farloyvi!
Arbeiðarin.

#23 Taki tykkum saman.

2012-06-12 20:51

fyrr vóru eingir stovnar og tá vóru børnini eisini sjúk, og tað koma tey altíð at blíva ímillum. og fyri vóru flestu kvinnur heima gangandi og passaðu síni børn, og tær fingu hvørt oyra sum maðurin strídist fyri at liva fyri, men tað var ikki nokk, tær skuldu eisini út at arb, kost havt tað kostar vil, betala fyri at fáa børnini passaði, og gud hjálpi tú mær nú var tað heldur ikki gott, nú vilja tær allar heim aftur at vera, men lønina skula tær hava við sær, taki tykkum saman. minnist bara til ikki at grenja tá tit sita arbleysar tí einki arbeiðplåss vil hava fólk í ikki kann vera til arbeiðis, ella ja kanska tað er tað tit ynskja so kunna tit forseta undi als tá barsil er liðgut, hava tit onga skomm í tykkum? og so grenja tit nokk eisini um skattalætta og hvat veit eg?

Gäst

#24 Re:

2012-06-12 21:34

#2: -  

 Gott sagt nr 23

Tina K. Jakobsen

#25 Re:

2012-06-12 23:44

#12: Milton Friedman -

Sjálvandi er tað grundað á tað, sum hon og aðrar mammur halda. Hvat skuldi tað annars verið grundað á í fyrstu atløgu? Tað eru mammurnar, ið eru heima við børnunum, og tískil eisini tær, ið hava føling við hvat barninum tørvar og hvussu tað trívist. 
Ikki alt kann orðnast á einum excel-arki.