Barsil
Til allar mammur og komandi mammur, pápar, ommur, abbar og ØLL onnur.
Eg eri ein mamma, sum heldur tað verða alt ov stutt at verða heima við útgjaldi frá Barsilskipanini hjá mínum fitta soni í 32 vikur.
Á heimasíðuni hjá Barsilskipanini stendur stutt og greitt:
"Eftir barnsburð
Tú hevur rætt til útgjald frá Barsilsskipanini í
tilsamans 30/34 vikur eftir barnsburð. "
Mamman hevur rætt til 30 vikur, pápin eigur 4 vikur, so mamman kann verða heima upp til 32 vikur, um pápin letur henni 2 av sínum vikum. Pápin kann ikki geva mammuni meira enn 2 vikur av sínum 4 vikum. Einligar mammur kunnu taka 34 vikur eftir barnsburð.
Vit eru nógv, sum meta, at ein nýføðingur er alt ov veikur at fara á stovn, tá ið hann er um 6-7 mðr aldur. At nevna eina av ørsøkinum til, at vit meta hetta er, at smábørn á stovnið gerast ofta sjúk, tí tey eru meira móttakilig yvir fyri sjúku, og hetta er nakað, ið ávirkar foreldrini, tí hetta førir við sær, at foreldrini mugu verða heima hjá sjúkum barni. Hetta er nakað, ið sæst aftur á arbeiðsplássinum hjá foreldrunum, og kostar hetta arbeiðsplássunum mista arbeiðsmegi.
Tað eru í dag nógvar ymiskar meiningar um, nær immunverjan hjá einum barnið er liðugt útviklað, men sum heild er uppfatanin, at immunverjan er langt frá liðugt útviklað, tá ið barnið bert er 6-7 mðr.
Eg og nógvar aðrar mammu høvdu verið fegnar, um tú vildi stuðlað okkum í at fingið lógarfest barnsburðarfarloyvi við barsilspeningi í upp til eitt ár eftir barnsburð. Tú ert vælkomin at deila hetta við tíni vinfólk, so vit kunnu vísa teimum, ið stýra, at hetta er eitt ynski, ið ein stórur partur av fólkinum á Føroya Landi hevur.
Enn einaferð eina hjartans tøkk fyri stuðulin.
Ort = Bygd/Bý
Vinarliga skrivi tykkara føðingardag so at undirskrift kann verða góðtikið.
Veronika Hassova Kontakta namninsamlingens skapare
Meddelande från administratören av denna webbplatsVi har stängt denna namninsamling och tagit bort undertecknarnas personuppgifter.Europeiska unionens allmänna dataskyddsförordning (GDPR) kräver ett legitimt skäl för att lagra personlig information och att informationen lagras så kort tid som möjligt. |